Komandi dagarnar streymar køld luft inn yvir Føroyar, fyrst av landnyrðingi, síðani norðri og útnyrðingi. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst framvið, beint sunnan fyri Føroyar, og gevur mildari veður.
Í dag verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men okkurt kavaælið og hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig. Hóskvøldið øtlar hann vindin upp í strúk í vind upp í skrið av norðri, 13 til 18 m/s, eitt bil upp í 20 m/s, men um náttina makar hann vidnin nakað. Skýggjað og kavi um alt landið, áðrenn tað klárar í. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaælið og hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin og verður fleyr til gul av eystri og landnyrðingi, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum 3 kuldastig og 4 hitastig.
Leygardagin verður lot til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 3 til 10 m/s. Turt og møguliga sól og hitin úr frostmarkinum upp í 4 hitastig. Um náttina skýggjað, men allarhelst yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 5 stig, í støðum tó frost.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi, sum snarar í ein landnyrðing, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 2 og 7 stig. Um náttina lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s, stundum klárt og yvirhøvur turt og hitin millum 2 kuldastig og 4 hitastig.
Mánadagin verður fleyr til gul av landnyrðingi, sum snarar í ein sunnan, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og samdrigið og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 8 m/s, sum um náttina frískar nakað, up í 5 til 10 m/s. Turt og samdrigið og hitin millum 3 og 7 stig.