Í dag hevur verið illveður kring landið. Vindurin hevur verið omanfyri 20 m/s, og hvirlur omanfyri 30 m/s nógvastaðni.
Sambært donsku veðurstovuni DMI minkar vindurin í kvøld og í nátt.
Norsk veðurstovan YR roknar við, at á midnátt er vindurin komin niður í 15 m/s, og mitt í nátt niður í 10 m/s.
Vit sleppa tó ikki heilt undan vindi, tí mánadagðin verður roknað við 13-18 m/s av útsynningi mesta av tíðini.