Minni óviðgjørdur fiskur av landinum

Bjørn Kalsø


Fyri stuttum viðgjørdi Útvarp Føroya orsøkirnar til gongdina, ið vísir at minni av óvirkaðum fiski fer beinleiðis av landinum. Orsøkirnar eru ivaleyst nógvar, og ein av teimum er tann sonevndi Fiskapakkin, ið fór at virka á heysti 2005.


Hagstova Føroya hevur kunngjørt seinastu tølini, ið lýsa lutfallið av óvirkaðum fiski, sum er landaður beinleiðis uttanlands.
Niðurstøðan er greið: Nøgdin av óvirkaðum fiski er minkað seinasta tíðarskeiðið, samanborðið við sama tíðarskeið í fjør. Í Útvarpinum metir stjórin á Hagstovu Føroya, at orsøkin er at finna í hækkandi oljuprísum. Tískil er avleiðingin hon, at siglingin niður á marknaðin er vorðin ov kostnaðarmikil.
Meting Hagstovunnar er ikki skeiv, men eg vil minna á, at aðrar orsøkir eisini hava byrgt upp undir hesa góðu gongd.
Politiskt eru beinleiðis stig tikin hesum viðvíkjandi. Hugsað verður um sonevnda Fiskapakkan, sum varð samtyktur  og fór at virka  á heysti í 2005.
Uttan at fara í smálutir kann nevnast, at Fiskapakkin umfatar:

Lógarbroytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Nýggja kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands.
Broytingar í reglugerð um Fiskamarknað Føroya.
Broytingar í kunngerð um almenna uppboðssølu.

Nevndu stig hava viðført:

at føroyingar og útlendingar kunna bjóða javnsíðis uppá føroyskan fisk heima í Føroyum.
at skip uttanfyri fiskidagaskipanina eru áløgd at avreiða í minsta lagi 75% av veiðuni í Føroyum. Hetta var frammanundan bert galdandi fyri skip í fiskidagaskipanini.

Harumframt eru reglur gjørdar, og settar í verk, ið hava til endamáls at koma so nevndu proformahandlunum til lívs.
Mín niðurstøða er tí, at júst hetta stigið við Fiskapakkanum, er ein av høvuðsorsøkunum til, at minni fiskur nú verður landaður uttanlands.
Fiskapakkin er eitt úrslit av tí arbeiði, Fiskimálaráðið tók stig til, og sum seinri varð skipað í samstarvi við politisku skipanina annars, og ikki minst vinnuna sjálva.