Minni veiðinøgd í ár

Í síni roknskapargreining um fiskiskipaflotan sigur grannskoðarafelagið Nota, at verksmiðjutrolararnir høvdu hampiliga góðan rakstur fram til ár 2007. Men í 2008 lækkaði miðalprísurin fyri fiskavøruna nógv, og hetta helt fram í 2009. Síðan hækkaðu prísirnir aftur í 2010. Nøgdin minkaði nakað árini 2007 til 2008, men vaks aftur í 2009 og 2010, og í 2010 er nøgdin eitt vet hægri enn í 2006, tá greiningin byrjar.

- Henda gongd sæst aftur í úrslitinum – áðrenn óvanligt – sum soleiðis vísti hall árini 2008 og 2009, men í 2010 hevði verksmiðjuflotin aftur størri veiðinøgd og avlop í rakstri.

Bjarni Arnason hjá Nota vísir á, at gjaldførið hjá verksmiðjutrolarum hevur verið stabilt árini 2006 til 2009, men batnar munandi í 2010, eins og soliditeturin er góður.

- Tað hevur ikki verið møguligt at fáa neyv hagtøl fyri miðalprís og veiðinøgd fyri fyrstu átta mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør. Tó eru ábendingar um, at samlaða veiðinøgdin í 2011 verður nakað lægri enn í 2010, tí Føroyar hava ikki sáttmála við Noreg í 2011.

Lagt verður aftrat, at miðalprísurin er á leið hin sami í ár sum somu tíð í fjør, kanska eitt vet hægri.

- Hinvegin eru oljuútreiðslurnar øktar, og tí er væntandi, at úrslitið hjá verksmiðjutrolarum í 2011 helst verður nakað lakari enn í 2010, sigur Bjarni Arnason hjá Nota í síni greining av fiskiskipaflotanum.