Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum er minkað tvey tey seinastu árini. Høvuðsorsøkin er, at skipini eru færri, og tey hava fiskað minni Umhvørvisstovan hevur í dag lagt nýggjastu tølini fram yvir útlátið av vakstarhúsgassi, og tølini vísa, at oljunýtslan er minkað.
Tølini verða gjørd upp í brúkarabólkar, og serliga er oljunýtslan hjá skipunum minkað.
Tað kemur fyrst og fremst av, at skip eru farin úr flotanum, og skipini hava ikki fiskað so nógv sum árini framanundan.
Húsarhaldini hava somuleiðis brúkt nakað minni.
- Hetta kundi hugsast at komið av hugburðsbroyting, men vit hava sæð, at seinastu tvey árini hava umleið 600 hús fingið sær hitapumpu. Haraftrat hevur tað verið nógv líggjari, sigur Jóhanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni.
Akførini hava eisini brúkt eitt sindur minni, og ein orsøk er, at minni er brúkt av diesel.
- Tað er gleðiligt, at nýtslan og harvið útlátið minkar, men vit kunnu ikki siga, at tað kemur av tiltøkum, sigur Jóhanna Olsen.









