Tøl hjá amerikonsku hagstovuni vísa, at bískaparvøksturin í USA í fyrsta ársfjórðingi var 1,9 prosent, og tað er minni, enn serfrøðingar høvdu væntað.
Greinarar siga, at talið vísir, at búskapurin í USA veksur seinni enn hildið. Harafturat vísa tølini, at tann privata nýtslan var minni enn mánaðirnar frammanundan, og at avlopið hjá vinnuni var minni enn í fjør. Hetta bendir á, at eftirspurningurin er ikki líka stórur í ár, sum hann var í fjør, siga greinararnir.
Politiskir eygleiðarar hava sagt, at tølini frá búskapinum og arbeiðsmarknaðinum kunnu ávirka møguleikarnar hjá Barack Obama, forseta at verða afturvaldur í heyst.