Minni upp á land og nógv minni virði

Avreiðingartølini fyri teir báðar fyrstu mánaðirnar í ár vísa, at tað er munandi minni botnfiskur komin upp á land í ár enn í fjør. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni.

Av botnfiski komu 10.085 tons upp á land í januar í februar, og tað var 4.559 tons ella 31 prosent minni enn í somu mánaðum í fjør. Tað er serliga upsin, sum hevur svikið. Í januar og februar í fjør komu 7.178 tons av upsa upp á land teir báðar fyrstu mánaðirnar, men í ár er nøgdin 4.790 tons ella ein triðing minni.

Meðan nøgdin er 31 prosent minni í ár, er avreiðingarvirðið 35 prosent minni. Í januar og februar í fjør var virðið góðar 150 milliónir krónur. Somu mánaðir í ár var tað góðar 98 milliónir krónur. Eisini her er tað upsin, sum ger tann størsta munin, tí avreiðingarvirðið á upsa er góðar 28 milliónir krónur ella 41 prosent minni í januar og februar í ár enn í somu mánaðum í 2012, vísa tølini hjá Hagstovuni.