Minni um pápa okkara

f. 19.02.1926 - d. 12.02.2003

Úteftir Trongisvágsfirði ferðin gekk
hvørt eitt fótaspor har inni enn hekk
frá Trongisvági út í Froðba hann hevði gingið
í barna- og ungdómsál so nógv har hevði fingið
á Brúgv og Sevmýru har honum alt var so kært
givið lærdóm so ríkan og um lívið har lært.

Bert sjey ára gamal tú mammuna misti so unga
og lívsins byrðu kann gera so ómetaliga tunga
tá neyðin er størst er ofta vónin næst at finna
soleiðis var aftur ein fosturmamma at finna
tá Harrans vegir vit søkja og álít seta til
ugga og linna Hann veita oss vil

Kolanámið í Rangábotni tú eisini so víst var har
í ódnarveðrið niðan gekk at hjálpa tá spreinging har var
á nítjan ára degnum tað var, tit stríddist niðan har
børu oman til eingilsmenn bóru, sum á sjúkrahús síðan fóru
Lutur tykkara, ei nevndur ella skrivaður var
meðan aðrir fingu allan skrivaðan heiður har.

Í Trøðum á Sandi okkara mamma kom frá
til Tvøroyri hon kom at seyma tá
funnu tit saman tú hennar hjartað at fá
í Sands kirkju tit hjúnarvígd vóru tá
Fluttu til Havnar at seta tykkum búgv
Lívið bygdu á sterka trúgv.

Tann fyrsti var føddur við Trongisvág
og skjótt sóu hini fimm dagsins ljós við Havnarvág
kærleiki tín til mammu og okkum øll
hjartað bankandi í heimahøll
umsorgan og tryggleika okkum gav
lívsins sælu føldu og har eg svav.

Handilslívið varð tín lutur í hesi verð
í heilsølu ymsum - grundin løgd varð her
Fór so vestur til Føringahavn
Grønlandsfelagið legði til sítt navn
Síðani fór undir sjálvstøðugt yrki
kent var víða um títt virkið


Barnaverndin sum stóð tær so nær
í fjórðingsøld tú henni tænti har
stundir gav at hjálpa øðrum í neyð
friðsælan valdar millum tey
Trygt tey sóu bjarta ljósið fyri framman
børnini øll, faðirin og mamman.

Í ættargransking tú so stinnur var
visti um familiuna alla víða hvar
veitti ráð og hjálp, vit minnast tað væl
trúgv tín sterka fram okkum bera skal
dagurin er liðin, síðsta sjón nú tú fór um sýn
takka fyri minnir mong, nú sveipaður í hvíta lín.

Lívið tú og mamma okkum góvu so trygt
lívsleið okkara tit altíð hava fylgt
Søgdu okkum frá tí, sum var rætt
tá skal lívið falla øllum so lætt
Fylg mær Jesus henda dag og nátt
Faðir Vár at biðja, nú eg sigi góða nátt.

Takk fyri alt og hvíl í friði okkara elskaði pápi.



Børnini.