Minni tyrluflúgving

Tyrluflúgvingin hjá Atlantsflogi hevur verið heldur minni enn undanfarin ár. Færri feðrafólk og minni at gera í alivinnuni eru onkrar orsøkir

Tað merkist á tyrluflúgvingini hjá Atlantsflogi, at alivinnan er í trongum skóm. Nógv minni hevur verið at flutt seinnu tíðina, sigur stjórin á flogfelagnum.
Hvør av øðrum liva má, verður sagt. Og tá hóttafall kemur á ein, gongur tað út yvir tann næsta.
Soleiðis merkist tað væl á tyrludeildini hjá Atlantsflogi, at alivinnan í Føroyum er fyri hóttafalli í løtuni, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi.
?Tað hevur verið nógv minni at flutt fyri alivinnuna, enn vanligt hevur verið árini frammanundan, sigur hann.
Men eisini aðrastaðni merkist niðurgongd hjá tyrluni, sigur Magni Arge. Eitt nú í ferðafólkaflúgvingini til útoyggjarnar.
Tað merkist væl, at fólk eru flutt úr Svínoy og Skúvoy. Gásadalur hevur fingið fast samband, so har verður ikki flogið meira.
Eisini á Mykinesrutuni merkist niðurgongd í ferðafólkatalinum. Ikki úr Vágum til Mykinesar, uttan millum Havnina og Vágar. Tí nú er fast samband um Vestmannasund, og so flúgva fólk ikki vestur í Vágar, um tey skulu til Mykinesar við tyrluni. Tey koyra vestur og flúgva so av flogvøllinum.
Oljuleitingin undir Føroyum hevur givið eitt sindur í ár. Men næsta ár er einki væntandi haðani, sigur Magni Arge.