Fimm ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og longu, og tey fáa eisini nakað av hýsu og brosmu.
- Okkurt av ísfiskalínuskipunum kemur inn at landa mánadagin, og hini koma seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og tvey fiska við Eysturgrønland.
Streymurin verður harður í vikuni sum kemur, men veðrið verður gott.
- Av tí, at bólkur 5B ikki hevur nakar fiskidagar eftir, verður helst ikki so nógv av útróðrarfiski í næstu viku.
Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátarnir annars hava góðan fiskiskap eftir toski og hýsu, og teir hava eisini fingið nakað av hvítingi.