Minni útlát

Danska stjórnin hevur gjørt av, at Danmark skal skerja CO2-útlátið 15 prosent næsta ár fyri at avmarka broytingarnar í veðurlagnum á Jørðini.

Í ár senda donsku ídnaðarvirkini og orkuverkini 39 milliónir tons av drívhúsgassi út í luftina, men næsta ár skal nøgdin ikki fara upp um 33 milliónir tons, sigur stjórnin. Tað svarar til eina skerjing upp á 15 prosent og er í samsvari við avtaluna, sum varð gjørd í Kyoto í Japan fyri nøkrum árum síðani. Hans Christian Schmidt, umhvørvismálaráðharri, sigur við Politiken, at donsku virkini kunnu røkka málinum við at gera íløgur í nýggja tøkni ella við at skerja framleiðsluna.

Donsku orkuverkini eru alt annað enn fegin um avgerðina hjá stjórnini, tí tey bera ótta fyri, at avgerðin fer at raka tey nógv meinari enn tey dálkandi ídnaðarvirkini. Orkuverkini vísa eisini á, at avgerðin fer at kosta fleiri arbeiðspláss.