Minni til av laksi

Samlaða útboðið av laksi á heimsmarknaðinum fall í fjør 2%, og er hetta høvuðsorsøkin til góðu føroysku útflutningstølini av alilaksi. Vinnuhúsið endurgevur á heimasíðu sínari eina kanning, sum Kontali Analyse hevur gjørt.

Í 2008 var samlaða nøgdin av laksi 1.493.400 tons. Í 2009 var nøgdin 1.460.500 tons ella 2% minni enn í 2008. Orsøkin er serliga at finna í Chile, har framleiðslan av laksi er minkað við 42%. Noreg, sum er heimsins størsti framleiðari av laksi, hevur økt sína framleiðslu í 2009 við 15% og er komin uppá 855.300 tons av laksi í 2009.

Sambært útflutningstølunum hjá Hagstovuni vaks føroyski útflutningurin av alilaksi heilt nógv í 2009.

Fyrstu 11 mánaðirnar var útflutningurin av laksi 43.721 tons, sum var ein vøkstur upp á 27%. Vøksturin í virði var tó enn størri. Nevnliga 42%.