Ovurstóra luttøkan í Prix Føroyar tónleikakappingini hevur nú fingið fyrireikararnar at broyta kappingina.
Mest loyvda tíðin, sum bólkarnir hava at spæla í undir innleiðandi kappingunum, verður skorin úr hálvum tíma og niður í 20 minuttir.
Hetta verður gjørt fyri at innleiðandi umførini ikki skulu verða ov long.
Broytingin ger, at fyrireikararnir kunnu spara hálvan annan tíma í tíð, tá innleiðandi kappingarnar eru. Hetta tykist sum ein skilagóð avgerð, tí við 20 minuttum tekur meiri enn tríggjar tímar at fáa allar bólkarnar avgreiddar.
Ov stór finala
Ein møguleiki hevði verið at gjørt ein innleiðandi umfar afturat, men hesum vóru fyrireikararnir ikki sinnaðir fyri.
- Tveir bólkar koma víðari frá hvørjum innleiðandi umfari, og høvdu vit skulu havt fimm innleiðandi umfør, høvdu vit fingið 10 bólkar í finaluna, og tað er helst ov mikið, sigur Fróði Vestergaard, sum er samskipari av Prix Føroyum.
- Hinvegin er mest loyva tíðin, sum bólkarnir spæla í finaluni í Prix Føroyum 15 minuttir, og tí halda vit, at tað ber væl til at skerja mest loyvdu tíðna í innleiðandi kappingunum niður í 20 minuttur.
Av hesum skal í minsta lagi eitt korter verða nýtt tilfar.
Nógvir luttakarar
39 bólkar teknaðu seg til fjórðu Prix Føroyar kappingina, tá freistin var úti hósdagin í síðstu viku. Talan er um alskyns bólkar úr øllum landinum, og tað ber til at fáa eygað á bæði nýggjar og meiri royndar bólkar.
Fýra innleiðandi umfør verða áðrenn stóru finaluna í Norðurlandahúsinum, sum verður útvarpað og sjónvarpað.
Fyrsta umfarið verður í Vági 27. januar. Síðani verður kappast á Strondum 3. februar, í Klaksvík 23. februar og í Miðvági 3. mars. Finalan verður í Havn 21. apríl.
Nú leggja fyrireikararnir innleiðandi umførini til rættis, og tað er ein størri uppgáva. Bólkarnir skulu býtast nøkunlunda javnt út á fýra umfør, og nógv viðurskifti eru at taka fyrilit fyri.