Í fjør varð stuðulin 25 krónur sum bøndur á útoyggj fingu fyri kila av neytakjøti. Tann upphæddin er lækkað til 22 krónur í ár.
Á meginøkinum er stuðulin minkaður úr átta krónur niður í fimm krónur kilo.
Búnaðarstovan hevur lækkað prísirnar, tí játtanin er minkað úr 700.000 niður í 500.000 krónur. Verður stuðulin ikki minkaðar, er vandi fyri, at samlaða játtanin ikki røkkur.









