Minni spenningur í nøkrum róðrum

Í fleiri av róðrunum er meginparturin av spenninginum burtur, hóast tað eru tríggir F M róðrar eftir enn. Ofta hava onkrir meistarar verið funnir á Vestanstevnu, og tað er líkt til, at so verður aftur í ár. Tí hóast fleiri av manningunum kunnu leggja seg sannførandi á odda við einum sigri í dag, so er meistaraheitið kortini ikki 100 % sikkurt í hús.
Hjá 5 mannaførum við dreingjum, 6 mannaførum við kvinnum, 8 mannaførunum er alt nærum leyst og liðugt um tað verða teir somu vinnararnir aftur í dag. Blikur av Argjum, Jarnbardur úr Havn og Argjabáturin kunnu við einum sigri í Vestmanna av sonnum leggja seg á odda í róðrinum. Og har verður tað helst bert ein spurningur um avgreiðslu, um hesir tríggir vinna róðurin á Fjarðastevnu. Men so er tað hitt við, at tað er nakað serligt at vinna Ólavsøkuróðurin. Allar manningar vilja vinna tann róðurin, uttan mun til endaliga úrslitið.
Í hinum trimum róðrunum er nakað av spenningi enn. Jarnbardur og Sundabáturin liggja sum nummar eitt og tvey hjá 6 m annaførum við monnum, Blikur og Sílið hjá gentunum og Havnarbáturin og Nólsoyingurin hjá 10 mannaførunum.
Tó kann ikki sleppast rundan um, at um nú Havnarbáturin vinnur í dag og Sundabáturin eisini, so hava hesir við teirra seks og sjey stigum framman fyri, lagt seg nokk so trygt á odda. Meðan tað hjá gentunum eru einans tvey stig á muni undan róðrinum í dag.