Í fjør var tað hugaligt at staðfesta, at samlaða skattainntøkan hjá sandoyingum og skúvoyingum vaks við 845 túsund krónum, tá ið sammett varð við 2010.
Fyrra hálvár í ár hevur tað ikki hilnast so væl. Bæði í Sands og Skopunar kommunum, sum eru meiri skuldartyngdar enn tær flestu, vignaðist fyrra hálvár verri í skattainntøku, enn tað gjørdi fyrra hálvár í fjør.
Á Sandi var afturgongdin 3,01% ella 200 túsund krónur, og í Skopun var hon 2,86% ella 177 túsund krónur.
Í fjør vignaðust skattainntøkurnar ikki væl í Húsavik og Skúvoy. Nú gongur aftur rætta vegin. Eisini í Skálavík var talan um sera góða gongd.
Í Skálavík var vøksturin fyrra hálvár í ár sammett við í fjør 6,98% ella 140 túsund krónur. Í Húsavík var talan um somu inntøku í ár - +0,48% - og í Skúvoy var vøksturin 44.197 krónur ella 10,49%.










