Minni sild næsta ár

Eftir avtaluni, sum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland hava 22. oktober 2009 undirskrivað um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2010, verður mest loyvda veiðan av norðhavssild í 2010 1,483.000 tons.

Hetta eru 160.000 tons minni enn heildarkvotan fyri í ár. Sambært fasta býtislyklinum, sum londini komu ásamt um í 2007, eiga Føroyar 5,16% av heildarkvotuni. Føroyska kvotan av norðhavssild verður tí 76.523 tons í 2010.

Sambært semjuni kunnu føroysk skip fiska 45.185 tons av føroysku kvotuni í norskum sjógvi í 2010.

Fiskimálaráðið sigur, at semjan um heildarkvotuna fyri 2010 byggir á eina avtalu millum strandarlondini um langtíðarumsiting av fiskiskapinum eftir norðhavssild. Hendan avtalan hevur m.a. ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heildarkvotuni millum londini.

Sildastovnurin er væl fyri, men tilgongdin til stovnin seinastu árini hevur kortini verið væl minni enn árini frammanundan. Tí verður heildarkvotan í 2010 nakað minni enn í 2009, sigur fiskimálaráðið.