Minni royndur ísraelskur dómari dømir í Budapest

37 ára gamli Roi Reinshreiber úr Ísrael dømir HM-undankappingardystin millum Ungarn og Føroyar

Tað verður ikki ein í altjóða høpi royndur dómari, sum kemur at døma HM-undankappingardystin millum Føroyar og Ungarn, týskvøldið klokkan 19.45.

 

37 ára gamli, Roi Reinshreiber úr Ísrael skal døma dystin. Í bestu og næstbestu fótbóltsdeildini, umframt í ísraelsku steypakappingini hevur Roi Reinshreiber dømt 159 dystir, so har eru fitt av royndum.

 

Roi Reinshreiber hevur dømt 19 altjóða dystir. Av hesum 19 dystunum hevur talan verið um 13 U21, U19 og UEFA Youth League dystir. 

 

Roi Reinshreiber hevur dømt fýra dystir í Europa League undankappingini, og hann hevur dømt tveir dystir í Champions League undankappingini.

 

HM-undankappingardysturin millum Ungarn og Føroyar verður sostatt fyrsti A-landsdysturin, sum Roi Reinshreiber dømir.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Dysturin byrjar klokkan 19.45 týskvøldið. Sama dag klokkan 17.30 fer Hilmar Jan Hansen at siga frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Georgia, sum byrjar klokkan 17.30 á Tórsvølli. Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 16.05 við upptakt til báðar dystirnar.