Minni ritalin brúkt í Føroyum

Kristianna Winther Poulsen, Javnðarflokkurin, spurdi í dag landsstýriskvinnuna um nýtsluna av heilivágnum ritalin

Tingfólk fegnaðust um, at landsstýriskvinnan , Sirið Stenberg, Tjóðveldi, upplýsti uppá fyrispurning, at nýtsla av heilivágnum ritalin er munandi minni í Føroyum enn í okkara grannalondum.

 

Í almenna kjakinum verður ofta nevnt, at ritalin er eitt evni, sum ungfólk brúka at rúsa seg við.

 

Serligt verður hetta brúkt sum heilivágur til ungfólk millum 14 og 19 ár.

 

Kristianna Winther Poulsen segði, at fjølmiðlarnir hava víst á, at ritalin verður brúkt sum rúsevni millum ungfólk.

 

Landsstýriskvinnan segði, at ritalin kann brúkast sum rúsevni, tí hetta hevur ávirkan á miðnervalagið. Hon legði afturat, at eftirlitið heldur ikki, at nýtslan er ov høg ella at hon verður brúkt nógv til annað enn til heiluvág.