Landsbankin staðfestir nú í frágreiðing, at herda kappingin millum peningastovnarnar hevur minkað munandi um rentumarginalin. Altso munin millum inn- og útlánsrentu. Tá mark er fyri, hvussu lág innlánsrentan kann verða, áðrenn fólk flyta peningin aðrastaðni, hevur hendan mest sum staðið í stað, hóast útlánsrentan er minkað heilt nógv. Strikurnar á myndini sýna gongdina á báðum rentunum við strikum, meðan stabbarnir sýna rentumarginalin síðani 1997.