Minni úr Sveis og lív í Føroyum

Monika Stauss Joensen hevur í nýggjari bók savnað upplivingar, minnisbitar og myndir frá barnaárunum í Sveis og tíðini, tá ið hon kom til Føroya at búgva

Monika Stauss Joensen, sum er ættað úr Sveis og býr í Leirvík, hevur í bókini Edelweiss og sólarkaffi savnað saman upplivingar, stuttligar minnisbitar og myndir frá barnaárunum og tíðini, tá ið hon kom til Føroya. Hon hevur kryddað tað við góðum ráðum, yndisuppskriftum og løttum ítrivi fyri børn og vaksin - stutt sagt eitt sindur av hvørjum úr Sveis og úr Føroyum!
Edelweiss og sólarkaffi er ikki ein bók, tú endiliga skalt lesa úr einum enda í annan. Bókin er býtt sundur í fýra partar, sum fylgja árstíðunum. Hetta sæst aftur í bæði teksti og teimum nógvu myndunum, sum eru í bókini. Gomlu familjumyndirnar úr Sveis, sum pápi Moniku hevur tikið tær flestu av, og nýggju myndirnar, ið eru tiknar serliga til bókina, eru allar knýttar at tekstinum og eru við til at gera hann livandi og bókina vakra og prýðiliga.

Samanrenningin
Monika Stauss Joensen er fødd og uppvaksin í Sveis. Í 1982 kom hon til Føroyar, giftist og búsettist í Leirvík. Hon er mamma at fýra børnum.
Monika er violinleikari, hevur starvast í Musikkskúlanum síðani 1983 og verið í Føroya Symfoniorkestri, síðan tað var stovnað. Hon hevur spælt konsertir bæði í útlondum og runt um í Føroyum. Hon hevur tvær ferðir givið fløgu út við klassiskum tónleikaperlum saman við klaverleikaranum Birgitte Schnakenburg.
Og nú roynir hon seg sum høvund av eini øðrvísi og frískari bók. Heitið á bókini sipar til, at Monika er úr Sveis, og at bókin speglar hesa samanrenningina millum Sveis og Føroyar.