Minni PCB í umhvørvinum

Hetta vísir ein áhugaverd kanning, sum gjørd eru av PCB-innihaldi í teistaeggum

Umhvørvi

Kristiín Sv. Ólafsdóttir, sum hevur gingið á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í samband við høvuðsuppgávu sína kannað PCB í teistaeggum. Vegleiðari hjá henni var Maria Dam, sum starvast á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Teistaegg á kanningarstovu í Kanada
Í sínum samandrátti, vísir Kristiín í fyrsta lagi til eina kanning hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
- Henda kanning vísti eina ?signifikanta? minking av PCB innihaldi í teistaeggum
árini 1999 til 2001.
Hon sigur, at til tess at finna út av, um minkingin stendst av minni ?konsentratión? av PCB í umhvørvinum, ella um hetta er orsaka av broyttum føðiúrvali hjá teista, vórðu tvær ymiskar kanningar gjørdar.
- Isotopukappingar av teistaeggum vórðu gjørdar á kanningarstovu í Kanada, og síðan var magainnihaldið hjá 30 teistum eisini kannað her heima.
Kristín sigur, at kanningin av magainnihaldinum er samanborin við eina aðra kanning, sum varð gjørd í 1998.

Minking av PCB í umhvørvinum
- Isotopukanningarnar í Kanada vístu, at teistin í størri mun er farin at eta føði, sum er hægri uppi í føðiketuni, enn hann gjørdi áður.
Hon vísir á, at PCB er evnir sum ?konsentrerast? upp ígjøgnum føðiketuna; tí kann minkingin av PCB í teistaeggum, sum kanningarnar vístu, ikki skyldast broytta føðiúrvalið hjá teistanum.
- Hetta merkir við øðrum orðum, at ein minking av PCB er farin fram í umhvørvinum, sigur Kristín Sv. Ólafsdóttir í samandrátti sínum.
Ábyrgdarvegleiðari hjá Kristín á Náttúruvísindadeildini var Trygvi Vestergaard, sum starvast á Fróðskaparsetri Føroya.

Líkist DDT
Í stuttari viðmerking, sigur Maria Dam á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, at PCB er ein olja, sum er ógvuliga støðug, tá ið hon endar í umhvørvinum. Evnið finst eitt nú í bygningstilfari og el-instalatiónum.
- Í náttúruni líkist PCB DDT, sigur hon.