Stóri, árligi tónleikafestivalurin í Vágsbotni, Voxbotn, verður nú leygardagin. Í dag eru fyrireikingarnar á sjálvum økinum, ið tónleikatiltakið verður hildið í, av álvara farnar í gongd.
Í skrivandi løtu verður minni pallurin, ið stendur á hávlidnu upphihaldstrappuni, sum verður bygd í hesum døgum, settur upp. Tað er fyritøkan Ljóðtøkni, ið hevur ábyrgd av at uppseta báðar pallarnar, ið skulu nýtast til tiltakið leygardagin.
- Vit byrjaðu at uppseta minna pallin í morgun klokkan 10. Báðir pallarnir verða uppsettir í dag, meðan vit fáa skil á ljós- og ljóðviðurskiftunum í morgin. Vit hava eini 10 mans til arbeiðis at gera hetta arbeiðið, so tað er eitt umfatandi arbeiði, ið okkara fyritøka hevur í hesum døgum, sigur Hjalmar Hvítklett, ið er stjóri á Ljóðtøkni og stendur á odda fyri arbeiðinum.
Hjalmar Hvítklett sigur víðari, at byrjað verður at uppseta størra pallin klokkan 18, tá ið vegurin í Vágsbotni stongir.









