Minni opium í Afghanistan

Sambært einari nýggjari frágreiðing hjá ST dyrka bøndurnir í Afghanistan ikki so nógv opium longur, soleiðis at framleiðslan er 10 prosent minni í ár enn í fjør. ST sigur, at framleiðslan er minkað mest í landspartinum Helmand, sum er har suðuri í landinum.

Hesin landsparturin hevur leingi verið háborgin hjá Taliban, og ST vil vera við, at pengar frá opium-handli fíggja kríggið hjá rørsluni.

Opium verður brúkt til rúsevnið heroin, og umleið 90 prosent av øllum heroini í heiminum kemur úr Afghanistan, skrivar Reuters.