Minni munur í Bretlandi

Nú tveir mánaðir undan bretska parlamentsvalinum vísir ein nýggj kanning, at tað styttist ímillum stjórnarflokkin Labour og tann konservativa andstøðuflokkin.

Í seinastuni hava kanningar annars víst, at Labour fór at vinna ein rímiliga tryggan sigur, men í teirri nýggju kanningini siga 37 prosent, at tey fara at atkvøða fyri Labour, og 34 prosent siga, at teirra atkvøður fara til teir konservativu. Í einari tilsvarandi kanning í desember var Labour níggju prosentstig oman fyri teir konservativu. Hóast hesa gongdina eru teir flestu politisku eygleiðararnir á einum máli um, at Labour fer at vinna valdið eitt valskeið afturat.

Enn hevur Tony Blair, forsætisráðharri, ikki kunngjørt, nær valið verður, men í London verður hildið, at valið verður tann 5. mei. Valstríðið er langt síðani byrjað.