Treystitalið hjá føroyska brúkaranum fall í juni mánaði úr 24 niður í -5 stig, skrivar Fíggjarmálaráðið á heimasíðu sínari. Fallið í samlaða treystitalinum sæst aftur í tilfeingisvinnuni við færri bíleggingum og útlitum fyri minkandi framleiðslu komandi árið. Tænastuvinnan hevur havt framgongd og vøkstur í eftirspurninginum, men vøksturin er minni nú enn hann hevur verið. Føroyski brúkarin metir, at arbeiðsloysið fer at vaksa, men hann væntar eisini, at hansara privata fíggjarstøða fer at versna og at hann fer at spara minni saman komandi árið.










