Eitt yvirlit frá TAKS vísir greitt, at tað komu íalt 18,5 milliónir krónur minni inn í januar 2012, í mun til í fjør. Hetta er ein minking uppá sløk 16,5 prosent.
Størstu framgongdina í krónum hevði Runavíkar kommuna, sum fekk 632.000 krónur meiri í ár enn í fjør, og sum í prosentum svarar til eina hækking uppá átta.
Hinvegin hevði Fugloyar kommuna, ið fevnir um bygdirnar Hattarvík og Kirkju eina rættiliga markanta afturgongd.
Í januar í fjør komu 171.304 krónur inn í skatti, meðan talið var minkað niður um eina helvt í farna mánaði. Inntøkan minkaði niður í 80.901 krónur, sum er ein afturgongd uppá 90.403 krónur sum svarar til sløk 53 prosent.
Annars kann verða nevnt, at flestu kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti í januar mánaði í ár enn í fjør.
Í hesi greinini taka vit trý tilvidarlig dømi um kommunur, sum hava fingið munandi meiri inn í skatti og aðrar sum hava fingið munandi minni inn í skatti.










