Minni í kommunuskatti í september

Higartil í ári í ár hava kommunurnar fingið 3,51 prosent meiri í kommunuskatti, men í september var skatturin 1,22 prosent lægri enn sama mánað í fjør

Fyribils kommunuskatturin í september var tilsaman lægri, enn hann var sama mánað í fjør.

Tær 29 kommunurnar fingu í september 146.978.721 krónur í fyribils kommunuskatti. Í september í fjør var upphæddin 148.791.681 krónur. Sammett við september í fjør var kommunuskatturin í september í ár 1.812.960 krónur lægri. Hetta svarar til 1,22 prosent.

 

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er talan framvegis um meirinntøku. Tilsaman hava kommunurnar níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fingið 3,51 prosent fleiri krónur í kommunuskatti enn sama tíðarskeið í fjør.

Í fjør var fyribils kommunuskatturin tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar 1.317.846.827 krónur. Sama tíðarskeið í ár var fyribils kommunuskatturin 1.364.051.850 krónur ella 46.205.023 krónur.