Minni kokain at fáa

Áhaldandi tiltøk hava havt við sær, at minni rúsevni er á tí ólógliga marknaðinum nú enn fyrr Sambært bretska felagsskapinum Serious Organised Crime Agency eru altjóða tiltøkini ímóti rúsevnahandli og -smugling farin at gera mun.

BBC sigur frá felagsskapinum, at minni kokain er á marknaðinum, og tað hevur havt við sær, at heilsøluprísurin á evninum er hækkaður nógv, men at prísurin á gøtuni kortini er á leið tann sami sum undanfarin ár.

Bretski felagsskapurin sigur, at eitt kilo av kokaini kostar umleið 45.000 sterlingpund í heilsølu í Bretlandi í dag. Tað er munandi meiri enn fyri bara fáum árum síðani og kemst av, at minni kokain kemur til Bretlands.

Sum skilst er tað eisini vorðið truplari at fáa fatur á kokaini aðrastaðni í Evropa.