Ein avleiðing av, at Faroe Seafood nú fer undir hamaran, kann verða, at kappingin um ráfiskin verður minni og fiskaprísirnir harvið lægri. Útboð, eftirspurningur og marknaðarviðurskifti. Tað eru mekanismurnar, sum avgera fiskaprísin.
Ilt er at siga, hvørja ávirkan tað kann fáa á fiskaprísirnar, at tey fimm fiskavirkini hjá Faroe Seafood nú verða stongd og soleiðis ikki verða við í kappingini um ráfiskin í bræði.
Lítil upsi hevur verið í útboði seinasta hálva árið, og hetta hevur havt sína positivu ávirkan á prísirnar, sum hava verið rættiliga góðir í heyst.
Upsaprísurin hevur stundum táttað upp ímóti prísinum á tí smærru hýsuni, og tað er neyvan nakrantíð hent í søguni áður.
Enn veit eingin, hvussu mong av teimum níggju skipunum, sum Faroe Seafood eigur - ella eigur part í - koma at sigla í nærmastu framtíð, og sjálvsagt veldst útboðið av upsa á marknaðinum eisini um slík viðurskifti.
Størsti avbjóðarin hjá Faroe Seafood í kappingini um upsan hevur seinasta árið verið Kósin í Klaksvík.
Vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava í heyst lagt fleiri lastir upp í Klaksvík, men teir plagdu vanliga at landa til Faroe Seafood í Vestmanna.
Eitt er so eftirspurningurin eftir upsa hjá føroyskum virkjum. Annað er, hvat reiðaríir kunnu finna uppá, um tað fer at vísa seg, at eftirspurningurin her heima verður so lítil, at prísirnir fella av hesum ávum.
Áður hava útlendsk skip ligið í Føroyum og fryst upsa, og spurningurin er, um vit kanska fara at síggja okkurt slíkt ?eksperiment? aftur, nú so mong fiskavirki lata aftur í senn.