Minni iPhone á veg

Apple arbeiðir nú við at at gera eina minni og bíligari iPhone.

Hendan nýggja telefonin skal kappast við onnur og bíligari merki av fartelefonum. Hetta skrivar Wall Street Journal. Apple fyritøkan sjálv vil einki siga um slaturin í løtuni.

Síðani fyrsta iPhone koma á marknaðin í 2007, er sølan vaksin nógv, og í løtuni koma 37 prosent av inntøkunum hjá Appel frá júst iPhone.

Apple hevur áður roynt seg við minni og bíligari útgávum av eitt nú iPod, og nýggja iPhone, sum gongur undir arbeiðsnavninum N97, byggir á sama hugskot.