Minni innflutningur í ár

Hagtøl: Fyrstu fimm mánaðirnar av árinum var innflutningur okkara 1,4 mia. í virði. Hetta er ein minking við góðum 90 mió. kr. í mun til árið í fjør.

Henda minkingin sæst aftur í øllum vørubólkum, við undantaki av oljuúrdráttum, har talan er um ein munandi vøkstur.
Her sæst, at nøgdirnar eru øktar nakað, men at tað serliga er prísurin sum hevur ført til hesa stóru virðisøkingina. Prísvøksturin á bensini er 21 % og á kyndingarolju heili 43 %, veit Hagstovan at siga frá. Ein vøkstur sæst eisini í innfluttum akførum.
Minkingin er serliga sjónlig tá talan er um vørur til framleiðslu av ymsum vinnum, so sum byggivinnuna, fiskavirkini, aling og aðrar vinnur. Sama gongdin sæst m.a. eisini í innflutninginum av tólum til húsarhaldini.