Minni áhugi fyri Clinton

Tað gongur striltið at selja seinastu atgongumerkini til vinnuráðstevnuna við Bill Clinton og Hans Blix 1. oktober. Tað gongur striltið at selja seinastu atgongumerkini til vinnuráðstevnuna við Bill Clinton og Hans Blix 1. oktober. Eftir at sølan hevði verið opin í tveir og ein hálvan tíma, vóru bert fimm atgongumerki seld.

Á miðdegi í dag lýsti Vinnuhúsið við, at 20 atgongumerki vóru eftir til vinnuráðstevnuna. Orsakað av, at vitjanin, ið skuldi vera 24. mai, varð útsett til 1. oktober, vóru tað nøkur, sum máttu avlýsa. Fyrru ferð atgongumerki til vitjanina vóru í fríari sølu, tók tað bert 20 minuttir at selja tey knapt 120 atgongumerkini til vinnuráðstevnuna. Tey 120 atgongumerkini vórðu seld fyri tilsamans 600.000 kr. Men í dag er áhugin munandi minni, og sostatt eru enn 15 atgongumerki at fáa frá Vinnuhúsinum.