Eftir øllum at døma virkaði tað eftir ætlan, tá bretsku myndugleikarnir sendu ikki færri enn 16.000 løgreglumenn út á gøturnar í London, tí í nátt vóru bara nakrir fáir samanbrestir millum ungfólk og løgregluna. Tað var eisini munandi friðarligari í býum sum Manchester, Birmingham og Liverpool, sum eisini hava verið illa herjaðir av ófriði tær seinastu næturnar.
Fleiri halda, at ófriðurin er ein avleiðing av, at stjórnin hevur framt munandi sparingar innan tað almenna, men hesum vísir David Cameron, forsætisráðharri, aftur. Eygleiðarar siga, at hann fer uttan iva at koma undir trýst, tá parlamentið seinni í dag fer at umrøða ófriðin.
David Cameron var í Italia og helt summarfrí, men valdi at fara heim orsakað av ófriðinum í teimum stóru býunum.