Flóðaldan frá jarðskjálvtanum við kanadisku vesturstrondina gjørdist væl minni, enn serfrøðingar høvdu ávarað um. Myndugleikarnir høvdu ávarað um, at ein tveir metrar høg flóðalda fór at skola inn yvir strendurnar á Hawaii-oyggjunum, men tá saman um kom, var flóðaldan nógv minni.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at sambært teimum seinastu kanningunum var tað ikki neyðugt at ávara um flóðaldu, men at myndugleikarnir valdu ta tryggu loysnina.
Jarðskjálvtin við kanadisku vesturstrondina var 7,7 á Richterstiganum.