Minni enn helvtin av Sandoynni og 65.000 fólk

Tann sum heldur, at Sandoyggin er ein lítil oyggj fer neyvan at halda nógv um støddina av Bermuda, sum hevur eina stødd, sum svarar til minni enn helvtina av Sandoynni.

53,2 ferkilometrar, tað er støddin á Bermuda. Til samanberingar kunnu vit nevna, at Sandoy er 125 ferkilometrar, meðan Viðoy er 41 ferkilometrar. Men góða veðurlagið á Bermuda ger, at oyggin er yvirfólkað. Heili 65.000 fólk hava fastan bústað á hesi lítlu oynni. Stóra fólkatalið elvir eisini til nakrar praktiskar trupuleikar. Tað eru so nógvir bilar á Bermuda, at tað er bert loyvt at koyra 30 km/t á Bermuda. Tað er ikki møguligt hjá ferðafólki at leiga bil, tá tey eru stødd á Bermuda. Ferðafólk kunnu tó leiga skutarar, fyri at koyra spakuliga roynt oynna. Nógv tann størsta inntøkukeldan hjá Bermuda eru rík, amerikonsk ferðafólk, og tey koma at síggjast væl aftur í landslagnum, tá oyggjaleikirnir verða á Bermuda. Hetta gevur sjálvandi eisini ein ávísan ótta um, at leikirnir hesaferð fara at minna um leikirnar á Rhodos í 2007, tá oyggjaleikirnir sóust illa aftur millum øll tey túsindtals ferðafólkini. Gjaldoyra á Bermuda er Bermudian Dollars, sum svara til virðið av tí amerikanska dollaranum. Tjóðarinntøkan er 86.000 dollarar fyri hvønn íbúgva, so nógv eru væl fyri á Bermuda.