Ein heimsumfatandi kanning vísir, at fer fiskastovnurin, sum fuglurin livir av, niður um ein triðing, ávirkar tað eisini talið av pisum. Tað skrivar Havstovan í dag.
Hetta kemst ikki av, at fuglurin etur allan triðingin, men av tí, at fiskastovnurin verður ikki eins atkomuligur, tá hann fer um hetta markið. Sostatt fær fuglurin ikki fatur á nóg nógvum fiski til sín og pisurnar.
Granskarar hava samanborið 14 sjófuglasløg í 7 ymiskum vistskipanum fyri at kanna, hvussu broytingar í føðigrundarlagnum ávirka talið av pisum, sum koma undan.
Fyri øll sløgini og allar vistskipaninar er greitt samband. Tað kemur nevniliga fram, at tá ið vanliga føðin hjá einum fuglaslagi fer niður um ein triðing av tí, sum var, tá ið mest var til, minkar talið av pisum brádliga. Eisini gerast sveiggini størri, og í nógvum førum gevast fuglarnir at reiðrast.
Í Føroyum er nebbasildin tann fiskurin, sum teir flestu fuglarnir eta um summarið, men av tí at nebbasild ikki verður veidd undir Føroyum, hava vit ikki tøl fyri, hvussu stórur stovnurin av vaksnari nebbasild hevur verið. Yngulkanningar verða tó gjørdar, og tær geva eina ábending um, hvussu stendur til, og harafturat hava vit fuglateljingar, sum eisini kunnu hjálpa til.
Havstovan staðfestir, at sera fáar pisur eru komnar undan seinastu 12 árini, hjá teimum fuglunum, sum vanliga føða pisurnar við nebbasild t.d. lomviga, lunda, ritu og ternu. Tey staðfesta sostatt, at nebbasildastovnurin seinastu 12 árini hevur verið undir ein triðing av tí, sum hann var, tá ið hann var upp á tað mesta.