Minni eftir til borgararnar

- Føroyar eru eitt lítið samfelag, og eg trúgvi, at tað kann vera fólkinum líka mikið, um tað eru kommunurnar ella Nærverkið, sum veita tænastuna - bert tað er ein góð tænasta, sigur Delmar Tausen.

Borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen, letur ikki illa at gongdini, tó at kommunan, sum hann stendur á odda fyri triðja skeiðið á rað, er lítil við sínum 118 íbúgvum.

 

- Vit hava eitt nútímans reinsiverk til drekkivatnið, og okkara spillivatnsskipan er framd í verki. Eftir er bara at rætta eitt lítið sindur upp á eitt úttak. Vit hava eini tvey tøk grundøki, sum eru byggibúgvin, og vit arbeiða við eini ætlan um nøkur grundøki aftrat.

 

Men, Delmar Tausen er rættiliga skeptiskur um, at eldraøkið ætlandi skal leggjast út til kommunurnar at umsita.

 

- Eftir mínum tykki eru alt ov nógvir ótryggir faktorar í hesi ætlan, og eg stúri fyri, at umsitingin fer at veksa, samstundis sum minni verður eftir til borgararnar.

 

Borgarstjórin heldur, at orðini um, at tænastan í nýggju skipanini verður nærri borgarunum, bara eru orð.

 

- Føroyar eru eitt lítið samfelag, og eg trúgvi, at tað kann vera fólkinum líka mikið, um tað eru kommunurnar ella Nærverkið, sum veita tænastuna - bert tænastan er góð, sigur Delmar Tausen.

 

Myndina av Delmari Tausen hevur Leivur Nygaard tikið.