Minni avreitt

Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár eru avreiðingarnar tilsamans minkaðar við seks prosentum, bæði í nøgd og virði, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Um 2011 hevði verið eitt vanligt ár uttan verkbann og húsagang innan vinnuna, so hevði afturgongdin allarhelst verið størri.

Tað gongur bara niður á bakka, tá ið talan er um hýsuna og toskin. Her eru avreiðingar minkaðar við yvir einum fjórðingi í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Upsin hevur hinvegin verið álitið í feskfiskaveiðuni seinastu nógvu árini, og verður upsin eisini í ár tann fiskur, sum fer at hava størstan týdning í avreiðingunum, bæði tá talan er um nøgd og virði.

Mótvegis gongdini við toski og hýsu eru tað onnur botnfiskasløg, sum fáa alt størri týdning í feskfiskaveiðuni. Eitt nú brosma og longa, har avreiðingarvirðið tilsamans nærkast toskinum. Hetta kemst helst av, at stállínuskipini vegna vánaligan toska- og hýsufiskiskap royna meiri á djúpri vatni, har brosma og longa er størsti partur av veiðuni. Higartil í ár eru landað tilsamans útvið 8.500 tons av brosmu og longu fyri eitt virði á góðar 87 milliónir krónur, meðan áleið 7.500 tons av toski eru komin uppá land fyri eitt virði á smáar 110 milliónir.

Av flatfiski er samanlagt ein lítil minking. Men tað er stór broyting hvønn sín veg við svartkalva og havtasku – um 40 prosent meira av tí fyrra og minni av tí seinna.

Bæði av gullaksi og skeljadjórum er stór minking, meðan hinvegin er stórur vøkstur av rognum, sil og livur, har nøgdin er økt við 65 prosentum og virðið við heili 90 prosentum.