Veðrið í dag, fríggjadagin.
Tað verður í ein strúk í vindi, 8-13 m/s, av suðri og landsynningi, sum seinni minkar niður í 5-10 m/s og ættin snarar í ein sunnan og útsynning.
Tað verður samdrigið, men turt fyri tað mesta.
Hitin fer at liggja fýra og seks stig.
Veðrið leygardagin.
Tað verður frískur vindur av av suðri og landssynningi, 5-10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men tað klárnar seinni um kvøldið og um náttina.
Hitin alt samdøgnið fer at liggja millum fýra og átta stig.
Sunnudagin verður upp í eitt andøvsgul av vindi, 5-10 m/s and útsynningi og suðri.
Vindurin minkar seinni niður í tríggjar til átta m/s og hann snarar í í ein sunnan. Turt fyri tað mesta, men samdrigið.
Hitin fer at liggja millu fýra og átta stig.










