Minni av hørðum narkotika í Føroyum

NARKOTIKA Í FØROYUM Hassj er framvegis nógv tað vanligasta narkotika í Føroyum

- Hassj er nógv tað vanligasta narkotika í Føroyum.
Tað kann staðfestast, nú narkoløgreglan í Føroyum hevur gjørt upp, hvussu nógv narkotika, hald varð lagt á í fjør.
Hinvegin er hald eisini lagt á minni nøgdir av teimum summum av teimum hørðu evnunum.
Í fjør legði løgreglan, í samstarvi við TAKS og tollararnar, hald á góð fýra kilo av hassji og tað er nakað minni enn í 2012, tá ið hald varð lagt á 6,4 kilo.
Sum tað sæst í aðrari grein, varð harafturat hald lagt á 358 hassjplantur og verður tað umroknað til hassj, hevði borið til at fingið yvir 16 kilo burturúr.
Sostatt hevur løgreglan í Føroyum lagt hald á tað, sum svarar til yvir 21 kilo av hassji í fjør.
Og í 2011 varð hald lagt á næstan 17,5 kilo, men 11 av teimum vórðu ætlað grønlendska marknaðinum.
Annars er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv hassj, løgreglan leggur hald á, nógv ár skifta nøgdirnar ímillum eitt kilo um árið, upp í fimm, seks kilo, okkurt hendinga ár eitt sindur meiri.

Minni hørð evni
Hinvegin staðfestir løgreglan, at amfetamin sæst eisini í ávísum bólkum, men hald hevur ikki verið lagt á nevniverdar nøgdir í 2013.
Tilsamans legði løgreglan hald á 4,84 gramm av amfetamini í fjør og tað er væl minni enn í 2012, tá ið hald varð lagt á 74,3 gramm.
Metárið var í 2009, tá ið hald varð lagt á næstan trý kilo av amfetamini, men tað var ætlað íslendska marknaðinum.
Hinvegin varð hald lagt á 800 gram av amfetamini í 2007 og tey vórðu til føroyska marknaðin.
Løgreglan kemur eisini fram á kokain við jøvnum millumbili, men hald hevur ikki verið lagt á nevniverdar nøgdir í 2013.
Í fjør varð hald lagt á eitt hálvt gramm av kokain og í 2012 varð hald lagt á eitt gramm.
Hinvegin hevur løgreglan lagt hald á 572,58 gramm av skunk og tað er væl meiri enn onnur ár, í 2012 varð hald lagt á 31 gramm av skunk, í 2011 varð hald lagt á 2,95 gramm og í 2010 varð hald lagt á 395,20 gramm av skunk.
Løgreglan staðfestir eisini, at ecstasy, sæst ikki líka nógv, sum tað gjørdi áður og seinast, hald varð lagt á ecstasy var í 2011, tá ið hald varð lagt á fimm tablettir.
MDMA er tað sama sum ecstasy, bara í pulvurformi. Tað merkir, at í 2012 varð hald lagt á 100 gram av MDMA við eini styrki á 71% og tað svarar til 1.468 ecstasytablettir.
Somuleiðis kann løgreglan staðfesta, at tað tiltikna og yvirmáta hættisliga evnið, krokodil, sum fekk nógva umtalu í 2012, hevur heldur ikki verið at sæð í Føroyum.
Heroin er eisini rættiliga sjáldsamt í Føroyum, seinast løgreglan legði hald á heroin, var í 2004, tá ið hald varð lagt á 0,3 gramm, í 2002 varð hald lagt á 0,39 gramm og í 1997 varð hald lagt á eitt gramm og hetta er tað einasta, hald er lagt á av heroini her á landi.

Órógvandi
- Annars hava vit ikki grundarlag at siga um støðan viðvíkjandi narkotika sum heild er versnandi ella batnandi.
- Men vit mugu bara ásanna, at tað eydnast okkum ikki, hvørki sum løgregla ella sum samfelag, at forða fyri at blaðung heilt niður í 14 ár fara at roykja hassj. Tað er ikki nakað nýtt fyribrigdi, men tað er eitt sindur órógvandi.
- Kortini er tað okkara varhugi, at tað eru færri ung í Føroyum sum royna hassj enn tað er í okkara grannalondum.
Hinvegin mugu vit eisini ásanna, at vit síggja javnan at fólk, sum vit vita eru misnýtarar, doyggja í bestu árum.
Men so mugu vit aftur staðfesta, at vit hava ongantíð brúkt so nógva orku til fyribyrgjandi arbeiði, sum vit gera nú.
- Narkodeildin hjá løgregluni undirvísir 8. flokkum og á miðnámsskúlum í samstarvi við SSP.
- Ongantíð fyrr hava so nógvir næmingar í 8. flokki fingið narkofyribyrgjandi undirvísing og málið er at allir næmingar í 8. flokki fáa undirvísing hvørt ár, sigur Mikkjal Thomassen.

Fleiri misnýtarar kring landið
Tað er annars Havnin, sum er knútapunktið fyri narkokriminalitetinum í Føroyum, sigu Mikkjal Thomassen.
Hann sigur, at Havnin er høvuðsstaðurin og tað er her, flest fólk eru og flest fólk savnast, so tað er nátúrligt, at tað er í Havnini, at mesti kriminaliteturin er.
Men hann leggur afturat, at góða ferðasambandið, og góðu samskiftismøguleikarnir, gera, at tey flestu, sum eru í narkoumhvørvinum í Føroyum, kennast, ella í minsta lagi hava samband við hvønn annan av og á.
Men hóast Havnin er knútapunktið, hava Klaksvík og Vágar eisini verið tvey øki sum hava verið nógv frammi í samband við narkomál, staðfestur løgreglumaðurin.
- Tað er framvegis nógv narkotikavirksemi í hesum økjum, men eisini í Eysturoy og í Suðuroy síggja vit, at fleiri brotsverk og misnýtarar eru.
- Hetta seinasta árið hevur narkodeildin hjá løgregluni fingið størri vitan um støðuna í Suðuroy og Eysturoy og í hesum báðum økjum eru fleiri misnýtarum enn vit áður hava hildið, sigur Mikkjal Thomassen.
Hann sigur, at ofta greina narkotikabrotsverk seg rættiliga víða og uppkláringararbeiðið í sambandi við eitt narkomál, kann føra løgregluna víða um landið.
- Sostatt fáa vit alsamt meiri at vita um støðuna í teimum ymsu økjunum, sigur Mikkjal Thomassen.