Fiskivinna
Í einar seks vikur hava Polarhav og Stjørnan roynt eftir gullaksi. Eysturbúgvin
og Vesturbúgvin eru eisini á gullaksaveiði, men teir byrjaðu eitt sindur seinni
enn hinir báðir.
Polarhav og Stjørnan vóru í Saltangará í vikuni við 300.000 pundum.
Skipini leggja altíð veiðina upp hjá P/F Beta í Saltangará. Fiskurin verður
síðan koyrdur norður til Tavuna í Leirvík, har hann verður skorin og malin til
fars.
- Hendan lastin endaði øll í Leirvík. Annars hava Fiskavirking í Miðvági og
Kollafjørð Pelagic keypt nakað av gullaksi. Í Miðvági verður fiskurin eisini
skorin og malin til fars; í Kollafirði verður hann heilfrystur, veit Tummas
Justinussen at siga.
Minni at fáa,
betri prísur
Tummas sigur, at gullaksafiskiskapurin hevur verið væl slakari í summar enn í
fjør summar, men prísirnir hava samstundis verið væl betur.
- Góðu prísirnir hava ikki vigað upp ímóti tí, sum fiskiskapurin hevur verið
minni, men hetta hevur gjørt góðan mun.
Hann heldur, at óstøðuga veðurlagið í summar er ein orsøkin til, at
fiskiskapurin hevur verið minni.
Gullaksaskipini royna mest vestur av Føroya Banka og vestur úr Mykinesi.
- Meginparturin av gullaksafarsinum fer til Noregs og skandinaviu annars, og
tað ger mun, at norska krónan lutfalsliga er sterk, sigur Tummas Justinussen.
Væntandi verða skipini á gullaksi einar tveir mánaðir aftrat.