Á nýggjárinum fer Venjingarskúlin í Havn í søguna, tí tá verður hann lagdur saman við Tórshavnar kommunuskúla og verður til Vesturskúlan.
Í hesum sambandi skipar skúlin fyri hátíðarhaldi á skúlanum mikudagin 17. desember.
Fyrrapartin klokkan 10 eru allir næmingar, ið byrjaðu í 1. flokki skúlans í 1968 bodnir til ein drekkamunn saman við verandi 1. flokkunum í Ytra skúla við Landavegin. Tað er tann skúlin, sum eisini varð kallaður Guli skúli og fyrr Hvíti skúli - áðrenn hann bleiv gulur fyri eini 40 árum síðani.
Seinnapartin verður opið hús á Venjingarskúlanum, har tey bjóða fyrrverandi lærarum, fyrrverandi næmingum og øðrum áhugaðum til ein spennan og áhugaverdan seinnapart.
Les eisini: Alment minningarhald fyri Kommunuskúlanum
Les eisini: Tá Kaj Leo var forsangari í poppbólki
http://www.in.fo/news-detail/news/alment-minningarhald-fyri-kommunuskulanum/
Skráin fyri dagin er hendan:
kl 14.00: Drekkamunnur við holukøkum, piparnøtum, smákøkum (9. fl. skipa fyri)
kl. 14.00: Myndaframsýning - gamlar skúlamyndir
kl. 14.30: Næmingar og lærarar undirhalda við sangi, tónleiki, dansi, first lego league
kl. 15.15: Øssur Winthereig (fyrrv. næm.) hugleiðir um tað at vera næmingur í Venjingarskúlanum í sjeytiárunum
kl. 15.45: Terji Rasmussen (fyrrv. næm.) syngur og spælir
kl. 16.15: Suni Merkisstein (fyrrv. næm.) hugleiðir
kl. 16.45: Sangur og tónleikur, Eyð B. Jacobsen og Kári B. Jacobsen (fyrrv. næm.)
kl. 17.15: Sigrun Brend (byrjaði í 1. flokki 1968)
kl. 17.45: Marjun Kjelnæs (fyrrv. næmingur)
kl. 18.15: Robert Mc Birnie (fyrrv. lærari) eigur pallin
kl. 19.00: 7. flokkur spælir leikin: Seinastu jólini í Venjingarskúlanum
skrivað og leikstjórnað: Súsanna Tórgarð
stjórnað tónleikinum: Tróndur Enni
stjórnað dansinum: Marilyn Danielsen
pallur, búnar v.m.: lærarar
kl. 19.45: Liðugt