Minnast til morgunmatin

Kostfrøðingar hava seinnu árini umaftur og umaftur lagt dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at fólk eta frá morgunstundini.

 Sagt hevur verið, at morgunmaturin er týdningarmesta máltíðin á degnum. Og líkt er til, at fólk hava tikið hesi ráð til eftirteknar. Í Danmark hava tey í øllum førum staðfest, at alt fleiri danir eta ein góðan morgunmat. Analyse Danmark hevur funnið fram til, at 7 av 10 dønum eta morgunmat hvønn dag – og fólk hugsa um at eta góðan og sunnan morgunmat. Bert trý prosent av dønum eta ongantíð morgunmat.