Minnast tey sum eru deyð í ferðsluni

Komandi sunnudag er minningardagur fyri tey, ið eru deyð í ferðsluni

Minningardagur teirra, ið eru deyð í ferðsluni, verður komandi sunnudag, 2. juli.

Síðani minningardagin í fjør er ein deyð í ferðsluni sambært skrásetingunum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. 

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin runt at leggja blómutyssi út, har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag.

Fyrireikarar siga, at endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkum og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey, sum sita eftir.

At eingin skal doyggja ella fáa varandi mein krevur áhaldandi arbeiði frá fleiri síðum. At talið á deyðum hevur verið lækkandi seinastu árini, ger tað uppaftur meiri avbjoðandi at vísa á týdningin av miðvísum átøkum fyri tryggari ferðslu. Tess færri vanlukkur vit uppliva, tess størri er avbjóðingin at skapa minking.

Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna arbeiðsmegi.