Minnast tey deyðu í Field's við tøgn í ein minutt

Handilshúsið Field's hevur verið í samband við Københavns Politi, sum heldur, at tað er trygt at lata handilshúsið uppaftur

 

Nógv hava lagt blómur uttan fyri Field's at minnast tey deyðu síðsta sunnudag. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix

Tá handilshúsið Field's letur upp í morgin, verður tað við tøgn í ein minutt fyri at minnast ofrini í skottilburðinum síðsta sunnudag.

Minningarløtan verður klokkan 12 í øllum handilshúsinum, sigur Field's í tíðinaskrivi.

– Vit hava verið í samskiftið við løgregluna í Keypmannahavn og sløkkiliðismyndugleikarnar. Vit meta eftir tað, at Field's er trygt, stendur í boðunum.

– Vit hava eisini ráðført okkum við fakfólk, sum siga, at besti máti at sleppa undan støðugari angist, er at kundar og starvsfólk skjótast gjørligt venda aftur til tað normala.

Stórhandilin hevur verið stongdur í eina viku, eftir at trý fólk doyðu í skottilburði síðsta sunnudag. Fýra onnur var illa særd av skotum. Løgreglan í Keypmannahavn endaði arbeiði sítt í í handilshúsinum fyrr í vikuni.

Field's hevur síðani hav møguleikan at gjøgnumganga og gera handilshúsið klárt, so tað aftur kann taka ímóti vitjandi.

Handilshúsið letur upp í morgin klokkan 10. 

Tá handilshúsið letur upp aftur verður løgreglan á staðnum. Tey eru tilreiðar, um borgarar skuldu havt spurningar ella ekka. Løgreglan verður í húsinum frá klokkan 10 til 20.

Har ber eisini til at fáa upplýsingar um kreppuhjálp, um tørvur er á tí. Tað upplýsir løgreglan á Twitter.

Um vitjað verður í handilshúsinum komandi tíðina, eru fólk vælkomin at leggja blómutyssi við høvuðsinngongdina, eins og nógv onnur longu hava gjørt.

Um ljós verða løgd á staðið, skulu tey vera elektrisk havandi brandtrygdina í huga.

Skottilburðurin í Field's, sum var fyri eini viku síðani, hevur ført til, at ein 22 ára gamal maður er fongslaður og skuldsettur fyri trý morð og sjey drápsroyndir.

Hann varð mánadagin varðhaldsfongslaður i surrogat á eini stongdari psykiatriskari deild í 24 dagar.

/ritzau/

 

Nógv hava lagt blómur uttan fyri Field's at minnast tey deyðu síðsta sunnudag. (Arkivfoto). - Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix