Í dag, Alla Halganna sunnudag, kl 16 verður minningargudstænasta í Havnar Kirkju fyri deyðu børnini, har Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur prædikar
Fyrsti sunnudagur í novembur er, sum øllum kunnugt Alla Halganna sunnudagur. Flestu kirkjurnar í Føroyum minnast henda dagin tey fólk, sum doyðu á sjónum í farna árinum.
Felagið Pinkubarnadeyði tók stig til slíka gudstænastu á fyrsta sinni nov. 97. Undirtøkan var so góð, at vit valdu at gera hetta sum ein vakran og afturvendandi sið, har øll kunnu minnast deyða barn sítt ? óansæð nær og í hvørjum sambandi barnið er deytt.
Felagið Pinkubarnadeyðí er ikki virkið júst nú. Kortini vilja nøkur okkara, sum vóru virkin, halda fast við gudstænastuna, sum er fyrsta sunnudag í novembur.
Tá ið vit missa eitt barn, missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at knýta sterk bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum.
Saman við børnunum í familjuni ? tey sum vóru og tey, sum eru komin ? minnast vit tey deyðu børnini við einum dámi av góðsemi og fløvan. Einum siði við ritualum, ið er við til at binda bond ímillum fortíð og framtíð.
Minningarhaldið verður Alla Halganna sunnudag 4.novembur kl 16.00 í Dómkirkjuni, har Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur prædikar. Heiðrunn Petersen luttekur við violin og Mia Káradóttir við floytu.
Minningarhaldið verður sum ein vanliga gudstænasta. Tað verður møguleiki hjá teimum, sum hava hug til tess at tendra eitt ljós, fyri tí barnið, ið farið er.
Í dag liva vit í eini mentan, har vit dagliga skulu vísa skjótleika og framfýsni, sum prógv uppá, at vit liva lívið til fulnar. Vit geva okkum ikki stundir at dvølja og sansa. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast børnini, ið fingu eitt alt ov stutt lívsskeið.
Tá ið vit tendra ljós í kirkjuni fyri børnum okkara, er tað eitt tekin um kærleika og at børn okkara enn lýsa í hjørtum foreldranna.