Minnast teir, ið ikki bóru boð í bý

Sum gamalt er, verður minningarhald ymsastaðni kring landið yvir teir, sum eru deyðir á sjónum hetta seinasta árið

Í dag er allahalgannadagur, minningardagur teirra sjólætnu í Føroyum. Og sum vanligt er, verða minningarhald kring alt landið.

Sum vanligt verður minningarhald á Sjómansheiminum. Tað byrjar klokkan 10. Tá fer Hans Ejler Hammer, prestur, at hava andakt og Anfinn Kallsberg, løgmaður, fer at siga nøkur orð.

Aftaná verður farið niðan í viðalundina. Har fer Løgmaður at leggja krans við minnisvarðan yvir teir sjólætnu og presturin fer at lýsa signing yvir minnið um teir sjólætnu. Bæði á Sjómansheiminum og við Minnisvarðan verður sangir sungnir.

Tiltakið á Sjómansheimimum er alment, men mest eru tað umboð fyri stovnar og fyritøkur, sum hava við sjógvin at gera, sum taka lut. Sjómansheimið bjóðar ymsum fyritøkum og stovnum við. Men tey, sum vilja minnast teir sjólætnu við einum kransi, verða heldur biðin um at stuðla Grunninum fyri Óarbeiðsførar Fiskimenn við eini gávu.

Tað verður eisini minningargudstænasta í Havnar Kirkju kl. 20, har Sverri Steinholm, prestur, talar.

Í Klaksvík verður minningarhald við Minnisvarðan yvir teir sjólætnu kl.15. Har fer Jógvan Lútzen, formaður í mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð, at bjóðar vælkomin. Betesda-kórið fer at syngja, og felagssangur verður, sungnir verða ?Nærri mín Guð til tín? og ?Lít allar tínar leiðir?. Hans Meinhard Bjartalíð, prestur á Glyvrum, fer at halda røðu. Síðani fara Jógvan við Keldu, býráðsformaður, at leggja krans fyri Klasvíkar Býráð og Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í mentamálum, fer at leggja krans vegna Føroya Landsstýrið. Somuleiðis fer Kristoffur Olsen at leggja krans vegna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag , Hanna Isaksen fer at leggja krans vegna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Eyðálvur Vang fer at leggja krans vegna Klaksvíkar Útróðrarfelag.

Annars verður eisini minningargudstænasta í Christianskirkjuni klokkan 20, har Niels Pauli Danielsen, prestur, talar.

Somuleiðis verður minningarhald við minnisvarðan í Syðradali á Kalsoynni klokkan 15, har Hans Ejler Hammer, prestur, talar. Við Gjógv verður minningarhald kl. 14 og kl. 15.15 verður minningarhald á Eiði, har Emil Olsen, prestur talar.

Minningarhald verður eisini í Tvøroyar Kirkju klokkan 14. Úr Kirkjuni verður farið út á Minnisvarðan yvir teir sjólætnu.

Í Sjóvar Kirkju verður minningarhald kl. 14, har Jógvan Fríðriksson, prestur, talar. Í Miðvági verður minningarhald við minnisvarðan kl. 15, har David Johannesen, prestur, talar. Viðrar ikki, verður minningarhaldið í Kirkjuni ístaðin. Og eisini í Haldarsvíkar Kirkju verður minningarhald, tað verður kl. 5 og aftaná verður farið út til minnisvarðan.

Og tað verður eisini minningarhald við minnisvarðan í Hvalba kl. 15, har Levi Niclasen, bygdaráðsformaður, talar.