Politikarar í Svøríki og øðrum londum minnast Onnu Lindh sum ein ágrýtnan politikara við føstum hugsjónum.
"Eg kendi Onnu Lindh í mong ár, og hon var tann ráðharrin, sum eg hevði mesta sambandið við. Eg hevði stóra virðing fyri hennara kunnleika". (Carl Gustaf, kongur).
"Svøríki hevur mist sítt andlit úteftir, og stjórnin hevur mist góðan ráðharra og starvsfelaga. Morðið er eitt álop á okkara opna samfelag". (Gøran Persson, forsætisráðharri).
"Eg fari at minnast hana sum eitt gløgt, vinarligt og ágrýtið fólk, sum hevur umboðað Svøríki á ein hátt, sum hevur skapt virðing". (Bo Lundgren, formaður í flokkinum Moderatarna).
"Svøríki hevur mist ein stóran politikara og ein framúrskarandi uttanríkisráðharra. Morðið er eitt álop á okkara demokrati." (Maud Olofsson, formaður í Miðflokkinum).
"Morðið á Onnu Lindh hevur skelkað allar norskar politikarar. Enn einaferð er tað opna svenska samfelagið álopið". (Kjell Magne Bondevik, norskur forsætisráðharri).
"Hon var ein ágrýtin og djørv kvinna, sum mær untist at kenna í tjúgu ár. Við henni hevur Svøríki mist mist eitt gott fólk og ein framúrskarandi politikara." (Jens Stoltenberg, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum").
"Tað er syrgiligt, at vit hava mist Onnu Lindh á ein so óskiljandi hátt. Hon var eitt búgvið og ágrýtið umboð fyri Svøríki og eitt opið og fyrikomandi fólk" (Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri).
""Anna Lindh var ein týðandi svenskur og evropeiskur politikari. Eg var saman við henni seinasta leygardag, og hon var ágrýtin sum altíð." (Per Stig Møller, uttanríkisráðharri).
"Við henni hevur Svøríki mist sín komandi forsætisráðharra. Eg havi ilt við at lýsa hetta við orðum." (Niels Helveg Petersen, fyrrv. danskur uttanríkisráðharri).
"Deyði hennara er ikki einans ein missur fyri Svøríki, men fyri øll Norðurlond og alt heimssamfelagið". (Matti Vanhanen, finskur forsætisráðharri).
"Eg eri skelkaður. Anna Lindh var ein framúrskarandi starvsfelagi, ein rættur evropeari og ein góður vinur." (Javier Solana, uttanríkispolitiskur samskipari hjá ES).
"Morðið er ein óbøtandi missur fyri evropeiskan politikk. Hon var ein komandi forsætisráðharri í Svøríki og ein týðandi persónur á evropeiska og altjóða pallinum".(Dennis MacShane, bretskur Evropa-ráðharri).
"Týska stjórnin hevur við stórari sorg fingið deyðsboðini av Onnu Lindh. Honm var ein stórur evropeari, ein stórur uttanríkisráðharri og ein góður vinur". (Joschka Fischer, týskur uttanríkisráðharri).
"Tað eru bert tveir dagar, síðani eg var saman við henni á fundi. Hon var full av lívi. Hetta er ein ræðulig vanlukka". (Jack Straw, bretskur uttanríkisráðharri).
"Hetta eru eini sorgarboð, sum skelka". (Jacques Chirac, franskur forseti).
"Hon var full av lívsgleði og ágrýtin fyri at røkka málunum í Evropasamveldinum." (Benita Ferrero-Waldner, eysturríkskur uttanríkisráðharri).