Í dag minnast fólk tey, sum lótu lív í skottilburðunum í Keypmannahavn leygardagin. Nógvar blómur eru lagdar og ljós tendrað á støðunum, har tveir mans vórðu skotnir leygardagin.
22 ára gamli Omar El-Hussein er undir illgruna fyri at hava framt illgerðirnar, og hann varð sunnumorgunin skotin til deyðis á løgregluni. Hetta hendi á Svanevej á Nørrebro.
Eisini har hava fólk lagt blómur at minnast tann 22 ára gamla, ið lat lív. Ekstrablaðið skrivar, at eini fimmti blómutyssu eru løgd á gonguteigin, har Omar varð skotin av løgregluni.